Báðir bátarnir hava verið norðanfyri, einar 30 fjórðingar úr landi. Teir royna við snellu eftir upsa. Magnus Johansen, skipari á Karlamagnus sigur, at upsin teir fingu hendan túrin var stórur og góður. Sigast má, sigur Magnus Johansen, at tað hevur viðrað stak illa hjá okkum higartil í ár. Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur tá klúgvandi hevur verið, men dagarnir hava verið fáir.
Men nú sær frægari út. Vit royndu fríggjadagin og leygardagin í vikuni sum fór. Sunnudagin øtlaði hann veðrið, so vit gjørdu av at fara inn sunnumorgunin.




