Hóskvøldið kl. 19.30, verður nýggja barnabókin, Karlo og Luddi løgd fram í Býráðshøllini í Klaksvík – og eru øll vælkomin. Tað er Niclas Heri Jákupsson, sum hevur skrivað bókina, men hevur tað verið í tøttum samstarvi, við sín versonin, Svenbjørn Kvilt Olsen.
Hóskvøldið kl. 19.30, verður nýggja barnabókin, Karlo og Luddi løgd fram í Býráðshøllini í Klaksvík – og eru øll vælkomin.
Tað er Niclas Heri Jákupsson, sum hevur skrivað bókina, men hevur tað verið í tøttum samstarvi, við sín versonin, Svenbjørn Kvilt Olsen.
Myndirnar í bókini hevur fraklendingurinThierry Capezzone teknað.Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelagsins, sum hevur givið bókina út og er tað Føroyaprent. sum hevur sett bókina upp og prentað hana.
Skráin fyri hesa framløgu, sum byrjar kl. 19.30 er hendan:
Umboð fyri Klaksvíkar Kommunu bjóðar vælkominUmboð fyri Bókdeild Føroya Lærarafelagsinssiga nøkur orðRakul Ró syngur ein sangNiclas Heri Jákupsson leggur bókina framRakul róð syngur ein sangNiclas Heri signerar bøkur
Bókin, sum er 47 síður long, er um tviburðarnar Karlo og Ludda, sum eru tveir sera ymiskir brøður. Karlo er opin, fríður og ósmæðin, meðan Luddi er stillur, róligur og smæðin. Umframt hetta, so er Luddi eisini bangin fyri at flúgva og svimja, og tað er alt annað enn gott, tá tú ert ein flytifuglur.
Søgan byrjar við at Karlo ikki er komin aftur til Føroyar, sjálvt um vit eru komin langt út í mai mána. Luddi bjóðar sínum ótta av, og byggjar eitt luftskip og flýgur til Karibia, fyri at leita eftir beiggja sínum.
Á vegnum møtir hann einum ljósareyðum hvali og kemur í holt við sjórænarar og ein sjórænaraskatt.
Hvat søgan endar við er ikki gott at vita, men endin er hvørfall øðrvísi, enn ein kundi væntað.
Søgan er um at tora at vera øðrvísi, um at tora at bjóða sínum ótta av og um at síggja møguleikar fram um forðingar. Og so er bókin eisini um at síggja alt tað,sum er gott í lívinum




