Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karneval í Klaksvík

Tíðindaskriv

Skrúðgonga á Summar Festivalinum í dag bjóðar tónleik, dans, gykl og litir.

Skrúðgonga á Summar Festivalinum í dag bjóðar tónleik, dans, gykl og litir.

Summarfestivalurin verður í ár hildin fyri 10’indi ferð, og hetta skal hoyrast og upplivast í millum stóru fjøllini Klaksvík. Tískil verður skrúva upp fyri sjarmu og góðum tónleiki. Summarfestivalurin skipar nevnliga aftur í ár fyri karnevali, og øll stór sum smá eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Dj Andru ferat diska live tónleik í einum rullandi akfari frá Badmintonhøllini oman á Vágsbø, har hann spælir øll tey heimskendu hittini, sum hava verið at hoyrt á Summarfestivalinum ígjøgnum árini.

Hetta er fyrstu ferð, at Summarfestivalurin roynir seg við einum rullandi DJ, og fólk eru sum vera man sera spent. DJ Andru er dugnaligur innan yrkið og hevur hann m.a vunnið deejay battle 2011 í Føroyum. Við sær at diska hevur hann DJ Cool, so tað boðar frá einum spennandi og frískum innslagi.

Aftanfyri ljómandi bilinum koma børnini, sum hava luttikið í dansiskúlanum, at ganga saman við dugnaligum dansarinnum, fylgd av spentum børnum, forvitnum ungdómi og væl uppløgdum vaksnum.

Karnevalið fer frá Badmintonhøllini kl 13.00 og endar á Vágsbøi, har hol verður sett á dagsins skrá, við einum herligum barnashowi ætlað børnum og barnsligum sálum. Øll eru væl komin at verða við í skrúðgonguni í dag.