Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karolina egna klinikk á Kambsdali

Hannefía Joensen

Karolina Thomsen sum er ætta úr Klaksvík, opnaði fyrr í ár fótterapeutklinikk á Kambsdali.

Karolina hevur útbúgvi seg til statsauteriseraðan fótterapeut í Randers, og eftir at vera flutt til Føroya, byrjaði hon virksemi sítt við at koyra út til fólk, ið høvdu viðgerð fyri neyðini. Hendan tænastan til viðskiftafólk ið hava torført at koma út, fáa framhaldandi viðgerð heima hjá sær sjálvum.
Hon hevur nú gjørt íløgu í eina klinikk í egna heimi sínum á Kambsdali, sum fekk navnið “Fótterapeut Klinikkin”.

Í samrøðu við Norðlýsið sigur Karolina, at tey viðgerða og ráðgeva um sjúkuelvdar trupulleikar, so sum sukursjúku. Sárviðgerð verður framt í samstarvi við heimasjúkrasystrar og læknar. Til fólk við sukursjúku bjóða vit eisini eitt árligt fótstatus yvir nervanir í fótunum, um man kann merkja nakað ella um man hevur fingið byrjana til neuropati. Íð merkir at sansirnir í føtrinum byrja at vikna. Eisini verður stórur dentur lagdur á at fyribyrja øll vanlig brek á fótinum, so sum ilskógv, líktorn, hælrivur ella neglabrek. Eisini kanna tey feilstøður og kunnu ráðgeva um tørvur er á innleggum ella umlætting av øðrum slagi. Umframt klinikkina er verkstaður har inleggini verða framleidd.

Karolina sigur, at nýggja klinikkin hevur verið sera væl móttikin av viðskiftafólki og at hon hevur viðskiftafólk í øllum aldursbólkum, sum koma á klinikkina.

Tað eru tó ikki bert tey, sum hava trupulleikar við fótunum, ið koma á klinikkina. Man eisini viðskiftafólk ið vilja kenna vælveruna við at hava væl røktaðar føtur.

Fótterapeut Klinikkin hjá Karolinu hevur tlf. nr. 220303 og t-post adr. karolinathomsen@gmail.com