sigur Karl Marius Poulsen, formaður í Norðoya Tjóðveldisfelag
– Tjóðveldsiflokkurin í Norðoyggjum fekk 849 atkvøður til seinasta val og tí fingu vit eitt umboð inn á ting.
– Nú hevur Karsten av sínum eintingum avgjørt at flyta allar hesar 849 atkvøðurnar yvir í Miðflokkin og tað góðtaka vit als ikki.
– Um Karsten var nakar maður so segði hann tingsessin frá sær og lovaði næsta manninum sessin, men tað hevur hann valt ikki at gera.
– Karsten hevur eisini hildi okkum uttanfyri í øllum hesum spælinum og nú sleppur hann so at sita eitt ár við fullari løn og profilera seg sjálvan á tingið!
– Vit fáa einki gjørt og tí er støðan sera ørkimlandi fyri okkum.
Formaðurin í Norðoya Tjóðveldisfelag hevði onga viðmerking til støðuna hjá borgarstjóranum, tí hesin hevði ikki sagt nakað um hann framvegis fór at stuðla flokkinum ella ikki.
– Eg havi tó eitt sindur ilt við at skilja útmeldingina hjá borgarstjóranum, men vit mugu so bíðja til hann hevur tikið støðu.




