Tað hevur ljóðað, at Tjóðveldisflokkurin hevur givið Karsten eitt ultimatum um at taka avgerð um at koma uppí aftur flokkin.
Tíðindini um um at Tjóðveldisflokkurin hevur givið Karsten Hansen eitt ultimatum, verða tó avsannað bæði av Høgna Hoydal og Karsten Hansen.
Í stuttari viðmerking sigur Karsten Hansen, at hann veit einki um, at hann skal hava fingið eina freist at koma við einari avgerð frá Tjóðveldisflokkinum.
Tað sama sigur Høgni Hoydal, og leggur afturat, at teir í Tjóðveldisflokkinum eru í dagligum samskifti við Karstin, men at einki konkret tilboð frá flokkinum liggur á borðinum til Karstin, og talan er als ikki um nakað ultimatum.
Fleiri flokkar hava annars vent sær til Karsten Hansen, um at hann er vælkomin í teirra flokk, uttan at hetta hevur ført nakað ítøkiligt við sær.
Karsten heldur enn fast við, at hansara avgerð, um at taka seg burtur úr Tjóðveldisflokkinum í samband við samtyktina um paragraf 266b í revsilógini, var røtt. Hann heldur, at hansara avgerð og kjakið í kjalarvørrinum á samtyktini, hevur fingið fleiri fólk at hugsa um, hvat tað er fyri eitt samfelag við skulu hava og hvørji virðir tað skal byggja á. Hetta heldur Karstin vera positivt.
Karsten roknar við at avgerðin um hansara politisku framtíð verður tikin skjótt.




