Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KARSTEN: Er ov trongt á Landssjúkrahúsinum er okkurt galið við raðfestingunum hjá leiðsluni

John William Joensen

Seinastu 14 árini eru 780,7 mió. kr. brúktar til íløgur í tey trý føroysku sjúkrahúsini. Av hesum eru 96% er brúkt til íløgur á landssjúkrahúsinum. Undir fíggjarlógarviðgerini í løgtinginum fríggjadagin segði landsstýrismaðurin at seinastu árini eru bygd trý landssjúkrahús í Havn og um man nú kærir seg um at pláss er ikki fyri sjúklingum – so er okkurt heilt galið við raðfestingunum hjá leiðsluni.

Seinastu 14 árini eru 780,7 mió. kr. Brúktar til íløgur í tey trý føroysku sjúkrahúsini. 96% er brúkt til íløgur á landssjúkrahúsinum. Undir fíggjarlógarviðgerini í løgtinginum fríggjadagin segði landsstýrismaðurin at seinastu árini eru bygd trý landssjúkrahús í Havn og um man nú kærir seg um at pláss er ikki fyri sjúklingum – so er okkurt heilt galið við raðfestingunum hjá leiðsluni.

Hóast tað er vorðin ein fastur táttur í samband við fílggjarlógarviðgerðin at hoyra lokalpolitikarar úr miðøkinum koma við sera avgjørdum og lítið grundaðum útsøgnum sum hava til endamáls at einkisgerða leiklutin hjá smærru sjúkrahúsunum, so er veruleikin tann at smærru sjúkrahúsini í dag einans eru ein sera lítil partur av samlaðu útreiðslunum hjá Føroyska Heilsuverkinum og tí hava smærru sjúkrahúsini sera lítlan týdning fyri samlaðu útreiðslurnar hjá heilsuverkinum – men hava hinvegin eina sera stóra ávirkan á trivnaðin og tryggleikan hjá borgarum úti um landið.

Hyggja vit í feska fíggjarlógaruppskotið sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum legði fyri løgtingið í vikuni so er sera trupult at fáa eygað á hví ávísir politikarar í miðøkinum og onkur einstakur úr eysturoynni ferð eftir ferð vilja hava landskassan at skerja útreiðslurnar til smærru sjúkrahúsini.

Úr Fíggjarlógaruppskotinum 2014

Samlaðu netto útreiðslurnar hjá Landskassanum til Heilsumál í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 eru settar til 939,2 mió. Kr.

Millum størstu útreiðslu postarnar eru (rakstrarjáttan):

Landssjúkrahúsið 393,9 mió. (42%)

Serviðgerð uttanlands 143,2 mió. (15%)

Klaksvíkar Sjúkrahús 63 mió. (6,7%)

Suðuroyar Sjúkrahús 53,3 mió. (4%)

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 far Klaksvíkar Sjúkrahús ein hækking í rakstrarjáttan sum svarar til lønarvøksturin.

Er sjúklingurin í fokus

Í løgtinginum fríggjadagin segði ein tinglimur úr miðøkinum at meðan stovurnar og gongirnar á Landssjúkrahúsinum vóru yvirfyltar so høvdu sjúklingarnir í Klaksvík og Suðuroy tað sum á einum 1. klassa hotellið á smærru sjúkrahúsunum og fekk hetta landsstýrismannin í Heilsumálum at svara nakað soleiðis:

– Er hetta veruleikin so er naka heilt galið við raðfestingunum hjá leiðsluni tá vit seinastu árini hava gjørt íløgur sum svara til trý nýggj landssjúkrahús.

Á Fíggjarlógini seinastu 14 árini til og við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 hevur landskassin brúkt tilsamans 780,7 mió. kr. til íløgur í tey trý sjúkrahúsini.

Av hesum eru 96% brúktar á Landssjúkrahúsinum, 2,7% á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og 0,7 % á Suðuroyar Sjúkrahúsið.