Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karsten fer fyrst at tosað við tingmanningina

John William Joensen

Norðoyatingmaðurin, sum fríggjadagin legði frá sær sum næstformaður í tjóðveldisflokkinum, fer at tosað við tingmanningina hjá flokkinum seinrapartin

– Eg fari fyrst at tosað við tingmanningina í Tjóðveldisflokkinum, eftir tingfundin í dag, áðrenn eg alment fari at siga mína støðu til Tjóðveldisflokkin. 



Spurdur um ein ikki setur seg uttan fyri ávirkan við at melda seg úr flokkinum, heldur Karsten tað vera ivasamt. 



– Hóast eg var næstformaður í flokkinum vísti tað seg at eg onga ávirkan fekk á at uppskotið var lagt fyri tingið. Tí er ivasamt um ein hevur meiri ávirkan við at vera í ella uttan fyri Tjóðveldisflokkin.