Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karsten Hansen heldur fram sum landsstýrismaður

John William Joensen

Tíðindaskriv frá Miðflokkinum. Havnin 7. apríl 2014: Á fundi í floksstjórn Miðfloksins 3. apríl varð samtykt, at verandi landsstýrismaður floksins, Karstin Hansen, heldur fram í starvinum sum landsstýrismaður í heilsumálum.

Tíðindaskriv frá Miðflokkinum. Havnin 7. apríl 2014: Á fundi í floksstjórn Miðfloksins 3. apríl varð samtykt, at verandi landsstýrismaður floksins, Karstin Hansen, heldur fram í starvinum sum landsstýrismaður í heilsumálum.

Vegna Miðflokkin,

Mia av Kák Joensen, floksstjórnarleiðari

Jenis av Rana, floksformaður


—————–

Tann 6. mars segði Jenis við Noorðlýsið at tá Karsten Hansen fór út í Landstýrið eftir at verandi samgonga varð skipað, var ein avtala gjørd í Miðflokkinum um at hann einans skuldi vera í landsstýrinum í tvey ár til flokkurin hevði funnið ein avloysara. Og formaðurin, Jenis av Rana, váttar at tey hava umrøtt spurningin í flokksleiðsluni, men enn hava tey ikki funnið rætta persónin. Tí verður Karsten Hansen sitandi nakað enn.

– Men eg vanti at vit verða klár at gera skifti einaferð í summar ella í heyst, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

Karsten Hansen bleiv nummar trý á listanum hjá Miðflokkinum á seinasta løgtingsvalinum, so um ikki Bill ella Jenis fara út í Heilsumálaráðið verður Karsten Hansen varamaður hjá Miðflokkinum.

Jenis helt annars at Karsten hevði gjørt eitt gott arbeiði, men sum skilst var upprunaliga ætlanin at finna eitt nýtt og yngri Miðflokkafólk at røkja landstýrissessin.