Karsten Hansen, løgtingsmaður finst harðliga at framferðini hjá landsstýrinum nú landið liggur lamið og skilir ikki støðuna hjá fíggjarmálaráðnum
Norðoyatingmaðurin, Karsten Hansen, sigur at samgongan hevur hildið andstøðuna uttanfyri alla viðgerð í samband við arbeiðsósemjuna og hetta er sera ódámligur arbeiðsháttur.
– Tá tingið verður kalla saman at viðgera arbeiðsósemjur, hevur verið vanligt at kunnað andstøðuna, men í hesum førinum hevur andstøðan einki fingið at vita.
– Á skránni til tingfundin mikudagin var m.a. ófráboðaðir munnligir fyrispurningar men hetta er sum skilst tikið av skránni, men enn hava vit í andstøðuni onga kunning fingið um hetta.
– Men eg eri ikki kløkkur av hesum tí tað vísir seg ferð eftir ferð at tá okkurt álvarsligt er á vási so vera broytingar gjørdar í tingskránni soleiðis at landsstýrið sleppur undan at svara spurningum.
Eingin meining við verkfallinum.
Karsten Hansen, sum sjálvur var fíggjarmálaráðharri í seks ár, heldur at eingin meining er í hesum verkfallinum.
– Vanligt verður verkfall lýst tí partarnir eru so langt frá hvørjum øðrum at teir ikki kunnu semjast. Men í hesum førinum er tað bara 1% sum skilir partarnar og tí skilji eg ikki at fíggjarmálaráðið letur landi liggja lamið.
Tingið má sýna virðing
Norðoytingmaðurin mælir tingmonnum til at ganga varðisliga fram, tí tað er eitt álvarsmál tá tingið kemur upp í ósemjur á arbeiðsmarknaðinum.
– Verkfallsrætturin er grundlógartryggjaður og tí er tað eitt álvarsmál tá landstýrið leggur fram uppskot um at lóggeva fyri arbeiðsósemjur.
– Vit hava sum sagt einki fingið at vita um ætlanirnar hjá landsstýrinum, men um ætlanirnar sambart fjølmiðlunum eru at framleingja verandi sáttmála kann tað vera trupult at skilja. Tað er ein sannroynd at onnur verkafeløg, sum hava samráðst í summar, hava fingið betri sáttmálar og tí kann tað ikki vera rætt at tingið skal avgera at Starvsmannafelagið einki skal fáa.
– Eg kann í verandi støðu einki siga um hvørja støðu Tjóðveldisflokkurin fer at taka í tinginum, men vit fara at viðgera málið so skjótt sum vit vita hvat tað er sum landsstýrið ætlar.




