Hóast tað ikki var meiriluti í tingmanningini hjá Tjóðveldisflokkinum at leggja 266b niðan í tingið, so bleiv tað gjørt, og tí tekur Karsten Hansen seg úr leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum
Á tingið í morgun boðaði Karsten Hansen frá, at hann ikki kundi standa modell til tað, sum var farið fram í Tjóðveldisflokkinum undir viðgerini av málinum um tey samkyndi, og tí tók hann seg úr leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum.




