Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karsten svara fyrispurningi um Toll- og Skatt

John William Joensen

Kári P. Højgaard spyr Karsten Hansen, landsstýrismann, um hann ætlar at gera nakað við “Toll og Skatt – málið”

Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi Toll- og Skattstovu Føroya – Eysturoyar og Norðoya økið

1. Verða ætlaðu bygnaðarbroytingarnar á Toll- og Skattstovu Føroya framdar, so deildirnar í Saltangará og Klaksvík verða niðurlagdar og nýggj deild opnar í Gøtudali ?

2. Hevur Karsten Hansen somu áskoðan um fyrimunir og vansar við at niðurleggja tvær vælvirkandi høvuðsdeildir hjá Toll- og Skatt og flyta hesar út um fjølbygt øki ?

3. Kann hugsast at landstýrismaðurin í staðin tekur stig til at hesar báðar deildirnar halda fram, har tær eru í dag, og í staðin verða mentar og styrktar, so tær framhaldandi kunnu veita eina góða tænastu so nær borgarunum sum gjørligt.

4. Er nakað í nýggjastu tíðindunum, ið eru farin at ganga sum rótasúpan, at deildin hjá T&S í Saltangará ikki flytur í Gøtudal, men skal flytast heilt til Klaksvíkar.

Viðmerkingar
Nógv órógv stóðst av ætlanini hjá undanfarnu samgongu at gera umfatandi bygnaðarbroytingar á Toll- og Skatt í Norðurøkinum.

Síðan Norðurøki bleiv samanlagt 1. November 2005 er onki hent. Arbeitt verður undir sera trongum hølisviðurskiftum í Saltangará við 21 starvsfólkum á deildini. Í Klaksvík eru 15 starvsfólk, íroknað ein persón á kolvetnisskattadeildini.

Deildirnar í Klaksvík og Saltangará liggja í næst og triðstørsta býi í Føroyum. Her er fólkatættleikin størstur við nógvum virksemi á havnaløgunum, altjóða skipaferðslu og tollavgreiðslu.

Sum fyrimunir við samanlegging hava hesar grundgevingar verði nevndar:

Eftirlitið munandi ment, og meira útgangandi eftirlit

Effektivari málsviðgerð og arbeiðsgongdir

Samskiftið við borgara og virkir verður betri

Fakligi førleikin hjá starvsfólkunum munandi styrktur

Fingið verður sum mest burtur úr hvørjari skattakrónu

Bert hesin eini vansin er nevndur:
Summir borgarar fáa nakað longri til toll- og skattaskrivstovuna.

Fyrispurningar bæði ófráboðaðir, munnligir og skrivligir eru settir fyrrverandi landstýrismonnunum í fíggjarmálum Bárði Nielsen og Magna Laksafoss um hesa umlegging. Hóast spurningarnir eru svaraðir má ásannast, at grundgevingarnar ikki hava sannført spyrjaran, at tað er skilagott at flyta deildirnar.

Tað kann ikki grundgevast sum fyrimunur fyri norðingar, at tænastan verður flutt úr nærumhvørvinum og hesir skulu gjalda tunnilsgjald fyri at koma inn í Eysturoynna, um teir skulu avgreiða tollingaráheitan, ella hava onnur ørindi á T&S.

Somu grundgevingar eru galdandi fyri eysturoyingar, um tað nú skuldi hent, at politiski viljin var ein annar, so fjarðbúgvar og eysturoyingar allir ístaðin skuldu koyrt heilt til Klaksvíkar.

Undanfarna samgonga hevði sum sagt eina klokkuklára ætlan um,at alt virksemi skuldi flytast úr Saltangará og Klaksvík inn í Gøtudal. Einir 1000 fermetrar skuldu leigast av einari nýbygging í Dalinum. Hóast hendan ætlan mær vitandi hevur verið og er galdandi, segði fyrrverandi landstýrismaðurin í fiskivinnumálum á veljarafundi í Klaksvík í januar 08, at T&S í Norðoyggjum fór ongan veg úr Klaksvík.

Vit kunnu ikki bjóða almennum starvs- og viðskiftafólki hendan ótryggleikan í áravís. Av tí at eg haldi at tað er alneyðugt, at norðoyingar og eysturoyingar skjótast gjørligt fáa svarað, hvat framtíðarlagnan hjá T&S verður í Saltangará og Klaksvík, havi eg sett Karsten Hansen landstýrismanni í fíggjarmálum hendan skrivliga fyrispurningin.

Á løgtingi 11. Februar 2008
Kári P. Højgaard