Undir viðgerðini av landskassa-roknskapinum fyri 2006, spurdi Anfinn Kallsberg hví landið ikki hevur avskrivað veðhaldið í Napoleon
Annfinn Kallsberg sprudi Karsten Hansen, um hvat hann kendi til málið um rækjuskipið og hví landskassin ikki hevði avskrivað veðhaldið í roknskapinum fyri 2006.
Karsten Hansen svaraði stutt at hann í løtuni ikki var førur fyri at svara spurninginum.
Við Norðlýsið sigur Annfinn Kalsberg at málið um landskassaveðhaldið í rækjuskipinum Napoleon er nú vorið eitt alment mál og tí eigur fíggjarmálaráðharrin ella løgmaður at finna út av hvat egentliga er farið fram.
– Eg rokni tó ikki við at fáa naka svar fyrsta dagin, segði Anfinn Kallsberg m.a.




