Tann KÍ-leikarin, sum higartil í ár hevur skapt størstu yvirskriftirnar er málmaðurin, Karstin Joensen, ið hevur staðið sera væl í KÍ-málinum og higartil hevur bjargað rættiliga nógvum brotsspørkum!!!
Hann er uppvaksin í KÍ, her hann leikti í øllum teimum yngru deildunum, og tíðliga mundi tað ganga væl hjá Karstini, tí hann varð rættiliga tíðliga valdur út til landsliðsfótbólt.
Føroysku U14-, U16- og U18-landsliðini hava øll havt Karstin Joensen í mál.
Í vikuni hevði Norðlýsið eitt prát við unga málmannin.
Samrøðan verður prentað í blaðútgávuni av Norðlýsinum, sum kemur út fríggjadagin.




