Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karstin Joensen neyvan tøkur til fyrstu dystirnar

John William Joensen

… eg fekk at vita at eg kundi byrjað aftur at renna nú mánadagin, men sum beinið sær út í løtuni havi eg ringt mót

KÍ málverjin, Karstin Joensen, sum eins og hinir KÍ-ararnir byrjaði at venja fyrst í januar, fekk trupuleikar við beininum og at enda gjørdist pínan so ógvuslig at hann ikki kundi renna.
– Eg fór til lækna og fekk at vita at tala var um tað sum vanliga verður rópt minisk og at hetta var ein skurðviðgerð, sum ikki fór at krevja langa sjúkralegu.
– Meiningin var at Jákup skuldi operera beinið, men av tí at hann var burturstaddur var avgjørt at ein annar lækni skuldi standa fyri skurðviðgerini.
– Eg bleiv so lagdur undir skurð fríggjadagin í seinastu viku og eftir skurðviðgerina segði læknin at tað fór at ganga nakrir dagar áðrenn pínan fór burtur og roknaði hann við at eg kundi byrjað aftur at renna um 10 dagar sum er nú mánadagin.
– Men nú ein vika er farin havi eg framvegis ógvusliga pínu í beininum og beinið er sera hovið.
– Eg fáið als ikki sett beinið til og heldur ikki krept knæið.
– Tí havi er ringar vónir um at eg skal kunna renna mánadagin.
– Eg skal til kanningar í morgin og eftir tær kanningarnar fáið eg vónandi at vita nær eg verði klárur aftur.
 
Fyrsti steypadysturin er 20. mars og vikuna eftir byrjar landskappingin og so er at vóna at Karstin verður tøkur til teir dystirnar.