Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kashmir í Mentanarhúsinum flutt til 17. mai

Mentunarhúsið

Vegna halgidagslógina, er konsertin í Mentanarhúsinum við Kashmir flutt ein dag aftur, tað vil siga frá leygarkvøldinum tann 18. mai, til fríggjakvøldið tann 17. mai kl. 21.00.

Vegna halgidagslógina, er konsertin í Mentanarhúsinum við Kashmir flutt ein dag aftur, tað vil siga frá leygarkvøldinum tann 18. mai, til fríggjakvøldið tann 17. mai kl. 21.00. 

Tíbetur eru allar avtalur komnar uppá pláss við Kashmir, og møguleiki var eisini fyri at gera broytingar í samstarv við Atlantic Airways, so hetta kundi lata seg gera.

Nýggj atgongumerki eru klár í komandi viku. Tey ið hava keypt atgongumerki longu nú, noyðast ikki at gera nakað við teirra atgongumerki, men tey kunnu býtast um við nýggj atgongumerki frá mánadegnum tann 18. mai, tí tá hava sølustøðini móttikið nýggja atgongumerki. Um onkur hevur keypt atgongumerki, og ikki fær komi til konsertina tann 17. mai kl. 21.00, er møguleiki fyri at lata atgongumerki aftur til sølustaðið, og fáa peningin endurgoldnan. Um atgongumerki er keypt á eBillett.fo og ynskist at lata innaftur, kann ringjast á tel. 23 80 70 og gera nærri avtalu.

Almenna heimasíðan hjá Kashmir ger broytingina ein av fyrstu døgunum.

Mentanarhúsið letur umbering fyri broytingina. Vit vistu ikki av, at ikki var loyvi at hava konsert eftir kl. 18.00 leygarkvøldið tann 18. mai, men hetta vóru vit gjørd vart við av politinum beinanvegin, og tískil bar til at fáa flutt konsertina beinanvegin. Ein tøkk til politiið í Føroyum, fyri at bera skjótt at og gera okkum vart við halgidagslógina.