Leygarkvøldið tann 18. Mei kl. 20.00 verður stórsligin konsert við Kashmir. Kashmir geva nýggja fløgu út tann 18. Mars, ið kallast E.A.R., og í hesum sambandi eru teir á Europeiskari Konsertferð
Leygarkvøldið tann 18. Mei kl. 20.00 verður stórsligin konsert við Kashmir. Kashmir geva nýggja fløgu út tann 18. Mars, ið kallast E.A.R., og í hesum sambandi eru teir á Europeiskari Konsertferð. Teir skuldu byrja konsertferðina tann 23. Mars í Falconer Salen í Keypmannahavn, men konsertin var útseld eftir stutta tíð, og tískil verður eykakonsert tann 22. Mars. Hareftir skuldu teir spæla í Aarhus Musikhus tann 4. apríl, men her máttu teir eisini seta eina eykakonsert dagin fyri, t.v.s. tann 3. apríl. Tann 5. Apríl er tann seinasta konsertin hjá Kashmir í Danmark, har teir spæla í Aalborg Kultur- & Kongrescenter, síðani gongur leiðin til Hamburg, Nijmegen, Amsterdam, Cologne, Bruxelles, Zurich, Munchen, Wien, Berlin, Oslo, Helsinki, Stockholm, Malmø og til seinast verður konsertin í Fuglafirði. Konsertin í Mentanarhúsinum er, sum áður sagt, tann seinasta, áðrenn teir fara at spæla á ymsum festivalum kring Europa.
Talan er um eina sitikonsert í Mentanarhúsinum, og hetta er fyrstu ferð Kashmir royna seg við at hava sitikonsertir.
Einans 400 atgongumerki eru til sølu og kostnaðurin er 450,-
Almenna Kashmir heimasíðan: www.kashmir.nu
Les nærri um konsertina her:http://www.facebook.com/events/489944721062299/
abeiðsfólki og kapasiteti á virkjunum til at hetta letur seg gera. Tað hevur stórar neiligar samfelagsligar avleiðingar, at tilfeingi fer óvirkað av landinum, tískil skal miðast eftir, at fáa so nógv fyri rávøruna sum gjørligt, fiskimanninum, arbeiðsfólki og samfelagnum at gagni. Vit halda ikki, at nakrar grundgevingar eru fyri, hví kravið um sølu yvir uppboðssølu verður strikað. Tað er ein sannroynd, at fiskatilfeingið í føroyskum sjóøki er ogn Føroya fólks, og tí er tað bæði neyðugt og nattúrligt, at myndugleikar tryggja, at so stórur partur av hesum fiskatilfeingi sum gjørligt verður virkað av føroyskum løntakarum. Hesum endamáli røkka vit best við at tryggja, at fiskur ikki kann fara óviðgjørdur av landinum. Tað er sjálvsagt, at allur fiskur skal landast og skiljast í Føroyum. Hetta styrkir gjøgnumskygni í vinnuni, og hjálpir sjófólki okkara. Føroysku fiskavirkini eru í vanda fyri ikki at fáa líka stórar nøgdir av fiski, um kravið um uppboðssøluna ikki var galdandi. Bert hendan óvissa ger, at tað er heilt umráðandi, bæði fyri landskassan og fyri tey mongu arbeiðsleysu í Føroyum, at kravið um at fiskurin skal yvir føroyska uppboðssølu ikki verður strikað. Tvørturímóti eigur kravið at víðkast. Vit krevja, at bæði landsstýrismaðurin og samgongan kenna ábyrgd yvir fyri teimum mongu føroyingum, sum eru arbeiðsleys, og at kravið um, at fiskurin skal fara yvir føroyska uppboðssølu verður verandi. Við fakfelagskvøðu, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Føroya Fiskimannafelag




