Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Katalanar takka føroyingum

Jóhann Lützen

Katalonski felagsskapurin ANC Dinamarca sendir nú eina tøkk til Magna Arge, fólkatingslim, fyri at taka stig til eina altjóða fráboðan um at virða grundleggjandi demokratisk rættindi í samband við valið í Katalonia í gjár.

Hendan fráboðanin, sum varð send út mikudagin beint undan landspartavalinum í Katalonia, fekk stuðul frá fleiri enn 100 tjóðartingslimum kring Evropa – frá tjóðartingslimum úr Danmark, Føroyum, Grønlandi, Finnlandi, Svøríki, Estlandi, Lettlandi, Slovenia, Belgia, Írlandi, Norður Írlandi, Stóra Bretlandi og Skottlandi.

Eisini Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, skrivaði undir uppá fráboðanina.

ANC Dinamarca arbeiðir fyri rættinum at hava eina katalonska fólkatkvøðu um sjálvstýri. Carlos Villaro Lassen, ein talsmaður hjá felagsskapinum, sigur í hesum sambandi, at hann er ikki í iva um, at fráboðanin var við til at birta eina vón uppundir valið, og at hon var við til at tryggja sjálvstýrisrørsluni sigurin.

– Altjóða stuðulin til eina fólkaræðisliga tilgongd í Katalonia gav katalonum eina vón, tí teir sóu, at restin av Evropa fylgdi við valinum og tók frástøðu frá valdsnýtslu, fongslingum og avtøkuni av sjálvstýrinum í Katalonia. ANC Dinamarca er ógvuliga takksamt fyri hjálpina frá Magna Arge sum stigtakari til fráboðanina og sum valeygleiðari til fólkaatkvøðuna 1. oktober, sigur Carlos Villaro Lassen millum annað.

Carlos Villaro Lassen er hálvur kataloni og hálvur dani, og giftur Siggu Nolsøe dóttir hin navnframa vágbingin Karl Nolsøe. ANC Dinamarca er ein ópolitiskur felagsskapur, sum arbeiðir fyri katalonskum sjálvstýri, um tað er ein meiriluti fyri tí ímillum katalonska fólkið.