Tað er eingini ivi um at stórtapið í Sveis var eitt álvarsligt afturstig fyri føroyskan fótbólt
At úrslitið bleiv 6-0 hevur sum so einki at siga, men heldur tann eymýking sum føroyingar og altjóða fótbóltsheimurin var vitni til.
Eingin ivi um hvar ábyrgdin liggur
Í fótbólti er tað sera sjálvdan at tað er lætt at plasera beinleiðis ábyrgd, men eingin ivi er um at tær broytingar sum venjararnir gjørdu á liðum ikki virkaðu til okkara fyrimun.
Bestu mennirnir á beinkinum
Besti føroyski leikarin til seinasta landsdyst var uttan iva topp skjúttin í landskappingini Rógvi Jacbosen, men hann var offraður til frama fyri Clasus Bech Jørgensen.
Eisini valdu landsliðisvenjararnir enn einaferð at seta besta føroyska málverjan á beinkin.
Í miðverjuni hava landsliðsvenjararnir hildi fast við Óla Jóhannesen, sum seinastu árini hevur leikt í føroysku 2.deild, men tað skal sigast at Óli hevur spælt væl á landsliðinum, men aftur her máttu Føroyar gjalda ein høgan prís í kvøld.
Dysturin.
Føroyska landsliðið sá soleiðis út frá byrjan:
Jens Martin Knudsen, Pól Thorsteinson, Óli Johannesen, Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen, Jákup á Borg, Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, Claus Bech Jørgensen, John Petersen og Jónhard Frederiksberg.
Føroyska landsliðið fekk ongantíð fótin fyri seg og tá farið var til hálvleiks var støðan longu 4-0. Ongar broytingar vóru gjørdar í hálvleikssteðginum og tá 15 minutti vóru leiktir av seinra hálvleikið var Sveis á odda 6-0.
Meðan toppskjúttin í føroysku landskappingini stóð og bíðjaði á síðulinjuni skoraðu franskt/týskt talandi mótstøðu menn okkara tvey mál. Tá hann so endiliga kom á vøllin var støðan longu 6-0 og alt ov seint at venda dystinum.
Atli Danielsen var eisini settur inn á miðvøllin í seinra hálvleiki men tá vóru allar súður syftar.
Hóast føroyingar megnaðu at halda tætt seinasta hálva tíman av dystinum, men skyldast tað fyrst og fremst at sveisarnir ikki vóru eins neyvir nú teir høvdu fingið eitt hálvt dusin av málum forerandi úr Føroyum.
Nógv mistøk
Í Sjónvarp Føroya eftir dystin segði landsliðsvenjarin at føroyska liðið spældi ikki upp til sítt besta.
– Vit gjørdu ov nógv mistøk og tað var trupult at spæla í tí nógva hitanum!
Broytingar
Mikudagin skulu føroyingar taka móti heimsmeistarunum úr Fraklandi, á Tórsvølli.
Spennandi verður at síggja um landsliðsvenjararnir aftur fara at gera broytingar, og tað er vantandi sjálvgjørdu katastrofuna í Sveis.
Tað er eingin ivi um at stórtapið kemur illa við hjá føroyingum, sum annars hava stórar forvantningar til landsliðið. Eisini vísti dysturin at tað av røttum kunnu setast stór spurnartekin við eldra partin av landsliðnum, sum annars hevur tænt okkum væl.
Tó skal eisini leggjast afturat at Jónhard Frederiksberg og Claus Bech Jørgensen ikki duttu niður í millum hóast teir eins og restina av liðnum als ikki kunnu verða nøgdir við innsatsin.
Vit vóru vánaligir
Hóast tað lá væl fyri hjá sveisarum í kvøld, so mugu vit staðfesta at tað var fyrst og fremst okkara egnað landslið, sum als ikki megnaði at standa seg á vøllinum.
Mótstøðumenn okkara spaseraðu mitt ígjøgnum føroysku verjuna.
Stutt sagt so mugu vit staðfesta at broytingarnar, sum venjararnir høvdu valt at gera vístu seg at verða sera óhepnar fyri føroyska liðið og so mugu vit bert vóna at teir hava eydnuna við sær tá teir skulu blanda kortini av nýggjum til dystinum móti fransum.
Livst so spyrst!
John William Joensen




