Leygarkvøldið 21. mars kl. 20:00 verður ein áhugaverd konsert við bólkinum Katla
Katla er ein lutvíst nýggjur føroyskur bólkur, ið spælir frumskrivaðan instrumentalan tónleik. Tónleikurin er jazz-kendur, og fevnir um alt frá sveimandi ljóðmyndum til tango, gospel og sprudlandi jazz. Tað er pianisturin í bólkinum, Magnus Johannessen, sum hevur skrivað allan tónleikin. Hann hevur áður útgivið tónleik við bólkum sum Plúmm og Greengate, men roynir seg nú við nýggjum bólki.
Bólkurin leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til eina fløgu insspæling. Og tað er í hesum sambandi, at stig nú verða tikin til eina konsertferð kring landið.
Bólkurin hevur seinasta hálva árið verið fastur bólkur til jazzkvøldini sum eru týskvøld niðri á Hvonn. Hesi kvøld hava verið sera væl vitjað og framførslurnar hjá Katla hava verið sera væl móttiknar – bæði av ungum sum eldri.
Luttakandi tónleikarar í Katla til konsertina í Klaksvík eru:
Magnus Johannessen: Piano, Keyboards.
Rógvi á Rógvu: Trummur, Percussion
Edvard N. Debess: Bass
Ólavur Olsen Trompet: Flygelhorn
Sí meira á atlantis.fo Har er eisini møguleiki at bíleggja atgongumerki til Katla konsertina.




