Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Katrin var rørd

Dávur Winther

Seinnapartin í gjár vóru Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs handaðar á almennari samkomu, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Seinnapartin í gjár vóru Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs handaðar á almennari samkomu, sum Tórshavnar kommuna skipaði fyri í Müllers Pakkhúsi í Havn.

Virðislønin fyri fagrar bókmentir fór til Katrina Ottarsdóttur – hetta fyri yrkingasavnið “Eru koparrør í himmiríki”, sum kom út í frá 2012. Nevndini sigur í grundgeving sínari, at talan er um eitt djarvt og bersøgið yrkingarsavn úr føroyskum jørðildi, sum viðger tabuløgd evni, ið seta síni álvarligu spor hjá tí viðbrekna barninum:

“Í einum hjartanemandi og djørvum yrkingasavni lýsir Katrin viðkvæma barnið, ið verður partur av einari terrorjavnvág millum eina sálarliga óstøðuga mammu og ein víkjandi pápa. Koparrør og lýtaleysur rabarbugreytur gerast ágangandi yvirgangsamboð í eyðskildum prosayrkingum, ið lýsa eitt hjúnalag, sum úteftir fylgir teimum spælireglum, samfelagið setur, men sum innanveggja er eitt satt ræðslukabinett.”

Katrin var sjónliga rørd og sera takksom fyri heiðurin. Hon skrivar djarvt og bersøgið, um viðkvamt evni og er tí óvissan, um hvussu fjøldin tekur ímóti, ræðandi. Tí var henda heiðursgáva so mikið meira fløvandi og forloysandi, so tárini runnu í takklæti.

Katrin Ottarsdóttur, sum er kend innan filmheimin, segði at vegna hesa viðurkenning, kundi so væl verða, at hon aftur setti seg við penninum.

Pól Jespersen fekk Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókina Rúmdin – almenn stjørnufrøði. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik varð latin Turið Sigurðardóttur. Nevndin sigur í grundgevingini, at Turið er ein eldsál, sum kveikir, stílar fyri og samstarvar, og sum hevur eitt vakið eyga fyri øllum mentanarlívi hjá børnum og vaksnum.

Onnur av tveimum barnamentanarheiðurslønum Tórshavnar býráðs 2013 varð latin Hilmari Joensen, tí hann sum fáur hevur evni at skapa lív rundan um seg, og at hann telist millum persónsmenskur, sum sjálvbodnar eru drívmegin handan týðandi barnamentanarlig átøk.

Hin barnamentanarheiðurslønin Tórshavnar býráðs 2013 varð latin Rakel Helmsdal. Í grundgevingini sigur nevndin m.a. at Rakel dugir hendinga væl at samantvinna ymisku listagreinirnar, og at hon er ein sera virkin og nýskapandi listakvinna, ið áhaldandi hevur ríkað barnamentan okkara.

Við heiðrinum fylgdi ein kekkur á kr. 35.000,-