Í lániskjølunum hjá Kaupthing sæst at almennar grønlendskar fyritøkur lándu pening úr Kaupthing fyri danskt kredittvirði.
Almennu grønlendsku feløgini KNI A/S, Royal Greenland A/S, Tele Greenland A/S, Royal Artic Line A/S og Grønlandshavnens Ejendomme A/S sum grønlendska heimastýri eigur 100% hava lánt fyri tilsamans tvær milliardir danskar krónur í Kaupthing.
Í skjalatilfarinum stendur at Kaupthing metir trygdina fyri lánunum at verða “Exelent” tí Grønland er partur av danska ríkinum.
Í lánibókini skrivar bankin at hóast grønnlendska heimastýri ikki veðheldur fyri lánunum so ivast bankin ikki í at heimastýri fer at hjálpa feløgunum um brúk verður fyri tí.
Bankin skriva at neyðugt er ikki at gerða fleir metingar av lánaranum tí Grønland er partur av danska ríkinum.




