Niðanfyri húsini hjá Karl Hera Joensen og Markus Tummas Jacobsen, hittu vit hendan fitta kavamannin, sum tikin úr Føroya Tele lýsing.
Tað eru brøðrirnir báðir Óli og Kjartan Jacobsen, við eitt sindur av hjálp frá mammubeiggja og øðrum hava gjørt hendan sera snotuliga kavamannin. Tað sær út til at hugskotið er komið frá úlpumonnunum í lýsingunum hjá Føroya Tele.
Snøggur er hann í hvussu so er, og munurin á hesum kavamonnunum og úlpumonnunum er at ein sær andlitið. Hvør veit, kanska er tað júst hetta andlitið, ið goymir seg inni í úlpuhettunum. Kavamaðurin er 2,30 metrar til hæddar.




