Tað er bert um brimið er ov ógvusligt, at eg ikki fái mín dagliga svimjitúr á sjónum, sigur Ása K. Danielsen úr Fuglafirði.
Ása Klakkstein Danielsen úr Fuglafirði, sum er 64 ára gomul, hevur nú í umleið 6 ár svomið á sjónum nærum hvønn dag.
Fyri umleið 1½ ári síðani bar eg upp á mál við Birgith Reinert Petersen um at koma við mær, og hon játtaði við tað sama.
Síðani hevur tað verið nógv hugaligari at svomið.
Birgith arbeiðir á einum boripalli og er tí ikki altíð við, men eg sjálv royni at fara útí hvønn dag.
Brim, regn, kavi og illveður er eingin forðing, tó vilja vit báðar ikki seta lívið í váða tá brimið er upp á tað mesta. Tá kann vera vandamikið tí ein kann vera slongdur ímóti strondini.
Um eg eri einsamøll og veðrið er vánaligt, plágar maðurin at vera við sum ein eyka trygd.
Ása sigur víðari frá, at tá hon byrjaði svimjingina í Fuglafirði, hevði hon av og á roynt seg á Borðoyarvík frammanundan. Eg byrjaði útivið Land, sum tey kalla tað her í Fuglafirði, tað er útivið Breiðá. Tað var mest fyri at vera burtur frá fólki. Men ein dagin tá eg var komin upp aftur á klettin har, sá eg tveir stórar kópar út fyri klettinum, og eftir tað, tordi eg ikki at fara aftur har.
Nakað seinni fór eg oman á sandin við tveymum ommudøtrum og síðani tá, havi eg svomið av sandinum og tað hevur gingið væl og hevur heilt víst eisini verið mær til heilsubót.
Eg troysti mær væl og eri sera sjálvdan forkølað, sigur Ása K. Danjalson at enda.




