Vegirnir í Klaksvík verða dúgliga ruddaðir, men ung, sum ikki koyra í bili halda, at ruddingin á gongubreytunum er ikki nøktandi.
Sjálvt um kommunan nýliga hevur keypt eina maskinu til kavarudding á gongubreytunum, eru tað mangir fótgangarar, sum ikki eru nøgdir við kavaruddingina á gongubreytunum í Klaksvík.
Givið er, at tað er ógjørligt at náa runt til allar gongubreytir í býnum, men ynskiligt var, at gongubreytirnar í miðbýnum vóru væl ruddaðar.
Men vit lata myndirnar tala fyri seg.




