Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kavascootarin riggaði væl

Oliver Joensen

Um miðdagsleitið bleiv kavascootarin hjá Anfinni Laksáfoss royndur og tað gekk framúr væl allan vegin niðan á Klakk.

Klaksvíkar Skíðfelag hevur ætlanir um skíðkapping um vikuskiftið, og í hesum sambandinum hevur felagið heitt á Anfinn Laksáfoss um at royna kavascootaran hjá honum, tí ætlanin er at royna um tað ber til at brúka ein slíkan at draga skíðararnar niðan við.
Fyrsta royndin varð gjørd um miðdagsleitið ídag, og fóru teir báðir, Anfinn Laksáfoss og Marni Isaksen, formaður í Skíðfelagnum av Hæddini og niðan Langubrekku og síðani allan vegin niðan á Klakk.
Hesin túrurin gekk væl og ætlanin er at fara at royna at draga skíðarar seinni ídag ella í kvøld.