Umleið kl. hálvgun sjey í morgun fór bráddliga at kava og tá bilar komu á vegirnar gjørdist skjótt hált, sum á einum kalvabakið.
Tað er somikið av kava niðurkomin í morgun at hetta hevur skapt stórar trupuleikar í ferðsluni.
Flestu brekkurnar eru longu glerstoyttar, men teir á vegadeildini hjá Kommununi eru í ferð við at koyra salt á, so tað gongur nokk ein løta áðrenn teir vera komir út til allan býin.
– Frá kl. hálvgunn átta til hálvgunn níggju var rættuliga nógv ferðsla og tá kavin jú ikki kom fyrr enn út móti morgni, megnaðu vit ikki at koyra salt á vegirnar áðrenn ferðslan bleiv ov stór.
– Vit hava saltíløt standandi í kørum við tær truplastu brekkurnar, júst so at fólk, sum eru tíðliga á fótum kunnu í eini handavend streiða salt út, men hetta vísti seg í morgun ikki at vera nóg mikið – tí sum sagt so kom kavin ikki fyrr enn ferðslan gjørdist stór, sigur Andras Joensen leiðari á vegadeidlini hjá Klaksvíkar Kommunu
Smærri óhapp
Tað hava verið smærri óhapp í morgun, hóast politiið enn onga fráboðan hevur fingið.
Í brekkuni við húsini hjá Lítla í Vági gleið ein bilur inn í ein garð og í sjúkrahúsbrekkuni kom ein bilur at standa tvørur.
Tey sum eru vælskødd og hava føling við at koyra í kava hava ongar trupuleikar, men tey sum eru illa skødd og onga føling hava fyri kavakoyring hava stórar trupuleikar í morgun.
Tá vegirnir eru sum teir eru í løtuni er eingin ivi um at píkadekk klára seg betur.
Norðlýsið koyrir í morgun á nýggjum heilársdekkum og tað er sera trupult, skulu vit heilsað.




