Eini 800 til 1000 fólk stukku inn á gólvið í nýggja bygninginum hjá KBI, tá móttøka var har leygardagin.
Vit eru ótrúliga væl nøgdir við stóru vitjanina inn á gólvið leygardagin, og eg skal her nýta høvið at takka øllum, bæði teimum sum sendu okkum heilsanir og teimum sum ringdu, men ikki minst teimum, sum stukku inn á gólvið, sigur Karl Birgir Isaksen stjóri.
Vit hava alla tíðina síðani við byrjaðu, lagt okkum eftir at veita viðskiftafólki okkara eina góða tænastu. Higartil hava karmarnir gjørt, at tað hevur verið trupult hjá okkum at vera so dyggir, sum vit hava ynskt, tá ið um tænastuna ræður, men við hesum nýggju hølunum, eru vit komnir á tað støðið, sum vit hava fyri neyðini og tað er sjálvsagt, at viðskiftafólk okkara fara at merkja tað, sigur ein fegin Karl Birgir Isaksen, stjóri.




