Karl Birgir Isaksen, var rættuliga í gávuhýri og lat eisini eina peningagávu til Norðoya Bjargingarfelag
Karl Birgir Isaksen segði í røðu í samband við temadagin í KÍ høllini, at tað hevur stóran týdning at hava eitt bjarginarfelag.
– Sjálvur havi eg verið partur av brandliðnum og kenni tí eitt sindur til tilbúgving og eg meti tað hevur alstóran týdning at vit hava eitt virkið bjargingarfelag, og tí vilja vit eisini vera við til at stuðla.
Formaðurin í Norðoya Bjargingarfelag, Marius Magnusson, tók ímóti gávuni og takkaði fyri. Hann lovaði samstundis at teir fóru at brúka neyðstreymsanleggið í samband við venjingar hjá felagnum.
– Tað hevur stóran týdning at útgerðin hjá felagnum verður brúkt soleiðis at ein er vissur í at hon riggar tá ein neyðstøða er.
Neyðstreymsanleggið kemur at vera í nýggja bilinum hjá Norðoya Bjargingarfelag.




