Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KBI sýnir fram á klaksvíksbásinum

John William Joensen

Vit eru við fyri at røkja sambandið við viðskiftafólk okkara og higartil eru vit stak væl nøgdir við Fish Fair.

Tá vit komu framvið básinum hjá KBI, hittu vit Karl Birgir Isaksen, stjóra og fregnaðust um hvat KBI gjørdi á Fish Fair. Karl Birgir Isaksen sigur at teir fyrst og fremst eru her fyri at sýna fram tað KBI kann bjóða til fiskivinnuna á sjógvi og landi, so sum olju, tekniska útgerð og annað.
Um sjálva stevnuna haldi eg, at karmarnir her eru sera góðir, ja, enntá betri enn tá FF var í Runavík og eg haldi at vit hava havt fleiri vitjanir enn vit roknaðu við.
Í gjárkvøldið høvdu vit eina buffet á Hotel Hafnia fyri viðskiftafólkum okkara, og hon var væl vitjað og fólk hugnaðu sær.