Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Keita spældi ólógliga

John William Joensen

Sosialurin, sum kemur í sølubúðirnar í kvøld, skrivar at B68 áleyparin spældi ólógliga

Aganevndin hevur sínar egnu heimildir, og tí kann FSF-forsetin ikki av sínum eintingum strikað leikbann, sum Aganevndin sambært lógunum hevur evstu heimild at áseta, skrivar Sosialurin m.a.

Tað var Aganevndin sum gav B68 áleyparanum leikbann til dystin móti Víkingi, men beint undan dystinum afturkallar forsetin í FSF leikaraloyvið.

Sambært Sosialinum hevði forsetin onga heimild til hetta og tí hevði B68 óivað verið dømt at tapa dystin – um so var at toftamenn høvdu vunnið.

Forsetin í FSF hevur allan dag frábiði sær viðmerkingar til fjølmiðlarnar, men sambært vælvitandi keldum verður forsetiní FSF í 3-2 sendingini hjá kringvarpinum í kvøld. Her fer hann óivað at greiða mongu klandursmálini sum hava verið seinastu tíðina og ikki minst leiklut forsetans í teimum.