Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Keita venur við KÍ

Jákup Ósá

Ahmed Keita hevur seinastu vikuna vant við KÍ.

Ahmed Keita hevur seinastu vikuna vant við KÍ.

Ahmed Keita spældi í fjør við AB eftir at hann árini frammanundan spældi við B68. Í 2013 spældi hann 21 dystir og skoraði 4 mál. Sum heild hevur hann havt tað trupult síðani hann fekk ein álvarsaman skaða í 2011. Hansara besta ár var í 2009, tá hann skoraði 15 mál í bestu deildini.

Men tað er neyvan hugsandi, at Keita verður partur av besta liðnum hjá KÍ í ár. Hann býr í løtuni í Klaksvík og tað er tí, at hann venur við 1.deildarliðnum (næst besta liðnum) hjá KÍ, har hann heldur venjingarstøðuni við líka. Sum nordlysid.fo skilir, so bendur einki á, at hann fær sáttmála við besta liðið hjá KÍ. Tað er rættuliga óvist, um hann yvirhøvur verður at síggja í Effodeildini í 2014.