Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kemba – kemba – kemba!!! – í dag er almennur lúsadagur

Tíðindaskriv

Dagurin dag 31. januar er settur at vera almennur lúsadagur. Tí heita vit á øll foreldur um at kemba børnum tykkara væl og virðiliga.

Dagurin dag 31. januar er settur at vera almennur lúsadagur. Tí heita vit á øll foreldur um at kemba børnum tykkara væl og virðiliga.

Lýs er ein afturvendandi trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Fyri at fyribyrgja og basa lýsnum er neyðugt, at øll verða kemd samstundis.

Gott samstarv millum skúla, dagstovn og foreldur er fyritreyt fyri einum góðum úrsliti í stríðnum móti lúsaspjaðingini, og nú tað stundar til almenna lúsadagin, sum er ásettur at vera 31. januar, heita vit á øll foreldur um at kemba tykkara børnum í dag eisini.

Henda áheitan er frá øllum dagstovnum og skúlanum í Klaksvíkar Kommunu.

Vinarliga

Barnahúsið Margit

Blákollan

Dagrøktin

Dr. Margrethu Barnagarður

Fjallafípan

Mylnuhúsið

Snjallabjalla

á Skúlatrøð


——

Lýs

Øll kunnu fáa lýs, sama hvat kynið ellaaldurin er. Ein, ið hevur fingið lýs, skal í viðgerð fyri at beina tær burtur.Evni fyri lýs fáast á apotekinum.

Hvat er lús?
Lúsin, sum vit vanliga kenna til, trívist bara í hárinum á fólki. Vandinfyri at fáa lýs økist ikki, hóast hárið er sítt.     

Lúsin er grálig á liti, er umleið 2 – 3mm til støddar. Nitrurnar (eggini) eru gul-hvítar og umleið 1 mm til støddar.Nitrurnar líkjast flusi og sita nær hárbotninum. Lúsin hvørki flýgur ellahoppar, og tí kann fólk bara smittast við beinleiðis sambandi við  annaðfólk, ið hevur lýs. Skúlabørn og børn á dagstovni hava tí størstan møguleika atfáa lýs.

Hvussu síggjast lýs?
Lúsin heldur serliga til í nakkanum og aftan fyri oyruni. Lúsin livir av atsúgva blóð úr hárbotninum, og tað skriðar illa. Lúsin er rættiliga kvik, menharafturímóti sita nitrurnar fastar í hárinum og kunnu vanliga kembast burturvið tættkambi (fínkambi). Um ein hevur fingið lýs, er tað av stórum týðningi,at ein fær viðgerð.


Viðgerð
Hevur ein fingið lýs, eru hyggjuráðiniat viðgera við lúsatýnandi evni ella við tættkambi – við hvørt við báðum.

Hárbalsam lættir kembingina. Tað tarnar lýsnum og gertað lættari at fáa fatur á teimum við kambinum.

Verða lúsatýnandi evni nýtt, ermannagongdin ymisk við ymisku evnunum. Kunningarlepin greiðir frá røttumannagongdini, og vegleiðingin skal lesast gjølla, áðrenn farið verður undirviðgerðina. Mælt verður til at taka viðgerðina uppaftur eftir 8 døgum, hóasteinki stendur um tað í brúkaravegleiðingini.

Lúsatýnandi evni verða býtt í tveirbólkar, ið eru ávikavist heilivágur og heiliráðútbúnaður (medicinsk udstyr),alt eftir hvussu evnið virkar. Í heiliváginum er vanligt skordýratýnandi eitur,ið ger seg inn á nervalagið hjá lýsnum. Rínur heilivágurin ikki á, kann taðvera, tí at lýsnar eru vorðnar mótstøðuførar. Koyr ikki balsam í hárið og vaskaikki við hársápu við balsami dagarnar beint fyri og eftir viðgerðina viðheilivági. Tá sleppur tú undan møguliga óhepnum árini av balsaminum mótvegisheilivágnum.

Lúsatýnandi evni, nevndheiliráðútbúnaður, eru eyðkend av, at tey fara fysiskt eftir lúsini.Heiliráðútbúnaður skal sum so ikki góðkennast av heilsumyndugleikunum, so sumheilivágurin skal, men eitt krav er, at framleiðarin kann prógva, atútbúnaðurin “hevur tann tilskilaða eginleikan” og er vandaleysur. Tættkambur ereisini heiliráðútbúnaður, so her galda somu krøv. Framleiðarin merkir vørur, iðeru skrásettar sum heiliráðútbúnaður, við CE-merki sum tekin um, at tær lúkakrøvini.

Fyrr var dentur lagdur á, at alt húskiðskuldi viðgerast samstundis, hóast einans ein í húsinum hevði fingið lýs. Menorsakað av vandanum fyri, at lýsnar verða mótstøðuførar fyri lúsatýnandievninum, skulu bara tey, ið hava fingið lýs, viðgerast.

Tað er av alstórum týdningi at øll, iðhava lýs, verða viðgjørd. Tað ræður eisini um, at lúsatýnandi evnið verður nýttá rættan hátt. Tí eigur tú at lesa kunningarlepan gjølla, áðrenn viðgerðinbyrjar. Sum sagt trívist lúsin bara í hárbotninum á fólki. Uttan fyri hárbotninliva tær bara í mesta lagi í tvey samdøgur. Tí er eingin orsøk at reinsa klæði,innbúgv og húsini. Tó eigur tú at vaska bustir og kambar í sápuvatni ella ílúsasjampo. Klæði kunnu vaskast i minsta lagi í 20 minuttir við 60 stigum.Annað, ið ikki kann fara í vaskimaskinuna, kanst tú leggja til viks í 48 tímar,ella tú kanst koyra tað í ein plastikposa og leggja tað í frystaran í 24 tímar.


Eftirkanning
Kannið altíð eftir, um viðgerðineyðnaðist. Livandi lýs mugu sjálvandi ikki vera í hárinum eftir viðgerð, hóastnitrur og nitruskøl síggjast í hárbotninum.


Góð ráð um lýs

Hyggið beinan vegin eftir, um barniðhevur lýs, um lýs eru í skúlanum ella á dagstovninum. Hevur barnið lýs, eigurskúli ella dagstovnur at fáa hetta at vita beinanvegin. Keyp lúsaevni áapotekinum og les kunningarlepan gjølla. Kanna alt húskið fyri lýs. Øll, iðhava lýs, skulu viðgerast. Vaska kambar, bustir og húgvur.

Eyðnaðist viðgerðin ikki, mást tú nýtaokkurt annað lúsaevni.

Gevið gætur

·      Tað er tykkaraábyrgd sum foreldur at kanna barnið og viðgera tað fyri lýs

·      Kannið altíðbarnið, um vinirnir hava lýs, um lýs eru í skúlanum ella á dagstovninum

·      Hevur barn títtfingið lýs, skalt tú kunna vinir, kenningar, skúla og dagstovn um tað

·      Gott samstarvmillum skúla, dagstovn og foreldur er fyritreyt fyri einum góðum úrsliti ístríðnum móti lúsaspjaðingini. Tosa opið um tað og greið frá, at barn títthevur fingið lýs og far undir at viðgera alt fyri eitt

·      Varnast tú lýs átínum barni, skal alt húskið kannast

·      Einans tey íhúsinum við lús skulu viðgerast

·      Fylg ávísingunum gjøllaog minst til at taka viðgerðina uppaftur eftir einari viku

·      Ansa eftir, umviðgerðin er væleyðnað

·      Váði er fyri atfáa lýs aftur í tíðini beint eftir eina viðgerð, og til allir smittuberar erulúsaleysir

·      Vaska ella frystkambar, bustir, húgvur og onnur høvuðklæði umframt seingjarklæði. Ella legg taðtil viks í 48 tímar. Onnur viðgerð av umhvørvinum er óneyðug

·      Er ógjørligt atkoma lýsnum til lívs eftir fleiri viðgerðir, eigur tú at fáa samband við læknaella heilsusystur


Á heimasíðuni farvellus.dk eru filmir, ið geva sera góða vegleiðing í hvussu tú skalt kembao.s.fr.