Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kemilux vann stríðið um navnið

Helgi Abrahamsen

Í langa tíð hava framleiðararnir av sápu – føroyska ”Kemilux Industri” og ”Rent Miljø – Kemilux ApS” í Hirtshals (sum føroyingar eiga) verið í stríði um rættin at brúka navnið Kemilux. Nú hevur Føroya rættur felt dóm, sum gevur Kemilux Industri viðhald.

Í langa tíð hava framleiðararnir av sápu – føroyska ”Kemilux Industri” og ”Rent Miljø – Kemilux ApS” í Hirtshals (sum føroyingar eiga) verið í stríði um rættin at brúka navnið Kemilux. Nú hevur Føroya rættur felt dóm, sum gevur Kemilux Industri viðhald.

”Rent Miljø – Kemilux ApS” fekk tann 11. september 2015 Føroya rætt at seta føroyska ”Kemilux Industri” forboð móti at brúka domeninavnið kemilux.dk. Samtíðis stevndi fyritøkan ”Kemilux Industri” við millum annað kravi um, at ”Kemilux Industri” skuldi viðurkenna, at felagið ikki hevði rætt at nýta hetta navnið.

Men tann 5. desember í ár hevur Føroya rættur frídømt Kemiluk Industri og avgjørt, at fútabannið skal setast úr gildi. Samstundis er Rent Miljø dømt at avhenda til Kemilux, vørumerkið KEMILUX og teldupost bústaðin kemilux@kemilux.dk. Harafturat hevur Føroya rættur bannað Rent Miljø at brúka navnið Rent Miljø – Kemilux Aps og syrgja fyri at strika tað í felagsskrásetingini.

Tvey tíðindaskriv

Ósemjan millum partarnar kom millum annað til sjóndar í juni í ár, tá Kemilux sendi út eina fráboðan sum byrjaði við hesum orðunum:

”Kemilux skal gera vart við, at Sapolux í Hirtshals hevur eftirlíknað vørur frá Kemilux. Fleiri av okkara kundum, sum hava hildið seg keypt Kemilux vørur, hava gjørt vart við, at vørurnar frá Sapulux ikki hava somu dygd.”

Fýra dagar seinni svarar stjórin í Sapolux, Jákup Jacobsen, aftur, at samstarvið millum fyritøkurnar var hildið uppat hálvtannað ár frammanundan, og at Sapolux var farið at samstarva við annan veitara.

”Veruleikin er tann, at vørurnar, ið Sapolux kann bjóða kundum sínum í dag, hava hægri góðsku enn hvat Sapolux kundi bjóðað frammanundan. Harumframt eru vørurnar eisini bíligari,” skrivaði hann í tíðindaskrivinum.

Bæði skrivini høvdu somu mynd, sum vísti tveir sápudunkar.

Nú er dómur sagdur í málinum, og fyribils skuldi friður valdað – um dómurin ikki verður skotin inn fyri hægri rætt.