– Tit áttu heldur at farið út at fiska enn at spæla fótbólt, søgdu skotar við okkum eftir dystin í skotlandi fyri einum árið síðan, men nú er vent í holuni, sigur Rógvi Jacobsen
Ein tann mest eyðsýndi leikarin á føroyska landsliðnum í løtuni er málskorðarin móti Italiu, Rógvi Jacobsen, og hann heldur at føroyingar kunnu haldað høvdinum høgt hóast óhepna tapið ímóti Skotlandi.
– Eg haldið at vit spældu ein sera góðan seinrahálvleik ímóti Skotlandi, men tað kostaði at vit ikki tordu í fyrra hálvleiki.
– Í fyrra hálvleiki løgdu skotar trýst á okkum og ístaðin fyri at royna at spæla seg undan trýstinum, sendu vit langar bóltar fram á vøllin og tað skapti bara enn meira trýst.
– Eg haldið at vit hava víst at vit megnað at spæla bóltin runt og hetta skapti stórar møguleikar í seinra hálvleiki.
Nógvir nærdystir
Rógi er ein av sterku leikarunum á føroyska landsliðnum men undan dystinum ímóti Skotlandi var hann av Skotska landsliðsvenjaranum nevndur sum ein møgulig hóttan.
– Sjálvur merkti eg at verjuleikarar hildu seg munandi tættari upp at mær enn vanligt.
– Teir vistu at útspark og langir bóltar fóru at vera sendir upp til mín, og tí vóru altíð einir tveir verjuleikarar rundan um meg tá vit fingu bóltin.
– Teir vóru eisini sera kropssterkir í miðverjuni, men eg haldi at nærdystirnir millum okkum vóru hamiligir.
Ikki nøgdur
Rógvi Jacobsen sigur at hann als ikki er nøgdur við tapið á Svangaskarði.
– Eg haldið at vit vóru svarta óhepnir ikki at fáa javnleik. Tí var eg sera skuffaður eftir dystin, men hinvegin haldi eg at vit hava vunnið respektina aftur.
– Tá vit taptu fyri einum árið síðan í Skotlandi, regnaði kritikkurin oman yvir okkum frá øllum síðum.
– Skotskir fjølmiðlar skrivaðu at vit haldur áttu at fara út at fiska enn at koma til Skotlands at spæla fótbólt, men eftir dystin á Svangaskarði var vent í holuni.
– Eg haldi at teir vita líka væl sum vit at føroyska landsliðið hevði uppiborið eitt betir úrslit og at teir í seinra hálvleiki vóru meira enn hepnir.
Fantastiskt á Svangaskarði
Rógvi Jacobsen sigur at umstøðurnar á Svangaskarði gjárakvøldið vóru framúr góðar.
– Eg má siga sum er at hetta má vera fyrstu ferð at eg havi spælt landsdyst í Føroyum við gaggum sum hava fastar knobbar.
– Vánliga eru vøllirnir so vátir at neyðugt er við stóru skrúvu knobbum, men vøllur var framúr góður at spæla á.
– Veðrið og áskoðararnir vóru eisini við til at seta karmar um eina heilt stóra uppliving – tað einasta sum manglaði var at vit skoraðu.
Til Sandoy at spæla móti B71
Hesa vikuna hevur Rógvi skorða móti heimsmeistarunum úr Italia á Tórsvøllið og spælt ein góðan dyst móti Skotlandi á Svangaskarði – Sunnudagin skal HB áleyparin so til Sandoyar at spæla Formula dyst móti B71, og tí spurgdu vit Rógva um tað ikki er trupult hjá honum at seta seg upp til heimligu kappingina eftir upplivingarnar við landsliðnum.
– Noy tað er eingin trupuleiki. Eg havi spælt so nógv eftir hondini og tí veit ein hvussu týdningarmikið tað er altíð at vera væl upplagdur.
– Eg havi biðið mær frí í morgun fyri at hvíla beinini og fari óivað at taka mær eitt sindur av løttum fyri at vera klárur til dystin á Sandi sunnudagin.




