Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kemur at kosta meiri at hyggja eftir fótbólti

John William Joensen

Á skránni fyri ársaðalfundin hjá FSF er uppskot til samtyktar um at hækka hámarksprísin á atgongumerkjum til dystir í vaksmannadeildini

Á skránni fyri fundin er eitt mál innkomið frá HB sum er soljóðandi:
"Vísandi til §7 í lógum FSF’s og vísandi til kappingarreglurnar hjá Fótbóltssambandinum (sí. s. 87 í skipan 2003) , leggur Havnar Bóltfelag niðanfyristandandi uppskot til samtyktar fram fyri aðalfundin:

Hámarksprísurin fyri atgongumerkir til dystir í 1. deild hjá monnum verður hækkaður úr 50 kr. til ávíkavist 70 kr. fyri dystir í landskappingini og 60 kr. fyri dystir í steypakappingini."

Í grundgevingunum fyri at hækka prísin verður m.a. sagt at ikki verður mett at tilmælda talið er høgt sett.
"Økta virksemið og økta kappingin millum feløgini hevur havt við sær, at tað er blivið rættiliga kostnaðarmikið at reka eitt fótbóltsfelag, líkamikið um felagið er í 1. deild, ella um tað er í einari lægri deild."