Kenan Hajdarevic heldur, at nógvir leikarar í føroysku kappingini hava støðið til nakað meir enn Effodeildina.
Í gjár hevði bold.dk samrøðu við fyrrverandi KÍ framherjan Kenan Hajdarevic. Kenan hevur einki felag í løtuni, men ætlar at finna sær eitt í bestu ella næstbestu deildini í Danmark, hóast hann sum skilst eisini hevur umhugsað at steðgað við fótbólti, tí hann hevur havt skaðar og trupult við at funnið støðið frá tí, at hann spældi í Superliguni fyri nøkrum árum síðani.
Kenan letur annars væl at føroyskum fótbólti.
– Tað var fínt at vera í Føroyum. Tað er nógv øðrvísi enn í Føroyum, men tað er rættuliga professionelt og tað eru nógvir leikarar, ið hava støðið til meira, men uppmerksemi er bara ikki so stórt á Effodeildina, sigur Kenan Hajdarevic m.a. við bold.dk.
Sum Norðlýsið skilir, so hevur Kenan royndarvant við Vendsyssel fyrr í vetur.




