Kendi listamálarin Olivur við Neyst, hevur tann 13/4 1972 tekna nakrar blíðantsteknigar upp á betongvegin í smiðjuni hjá Páll Steinberg.
Tekningarnar eru av kendum bygdamyndum.
Páll Steinberg greiðir frá, at Olivur kom hendan dagin inn á gólvið at lána ein stiga.
– Eg spurgdi Olivur um hann ikki kundi tekna nakrar tekningar upp á veggin.
– Olivur lá ikki á boðini og tað tók honum umleið 5 minuttir at skitsa nakrar tekningar.
Tíanverri eru fleiri illa farnar við tíðini, men tær eru tó somikið góðar at vit hava valt at endurgeva tær her.




