Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendir Víkinga viðhaldsmenn vænta sær steypið

Jákup Ósá

(Finalan um Løgmanssteypið) Svenn Olsen og Rúni K. Joensen vænta, at Víkingur vinnur steypafinaluna leygarkvøldið.

Í Vespureiðrinum mánadagin bleiv nógv tosað um finaluna um Løgmanssteypið. Prátað bleiv m.a. við Víkinga viðhaldsmenninar Svenn Olsen og Rúna K. Joensen. Teir vænta eitt brak av einum dysti, men steypið endar har sum tað hevur verið seinastu 4 árini.

– Eg vænti, at tað verður ein kanón stemningur, sum ongantíð er sæddur fyrr. Spælistílurin hjá Víkingi er ikki tann sami sum undanfarnu ár. Nú er Víkingur ikki so nógv á bóltinum sum fyrr. Ofta skorar man uppá fyrsta møguleikan og tá blívur alt lættari. Tað verður 2-1 nokkso tíðliga í dystinum. Síðani fer annað liðið at jagstra og jagstra fyri at javna út og til endans skorar Sølvi Vatnhamar til 3-1 til Víking, sum verður endaliga úrslitið, væntar Svenn Olsen.

– Hetta verður eitt brak. Ein stuttligur dystur óansæð hvørjum tú heldur við. Tað verður øgiligt fokus um hendan dystin. Tað verður fullsett ella nærum tað. Áskoðararnir á báðum síðum er fantastiskir. KÍ er eitt øgiliga álopssinnað lið, og tað skulu vit ansa eftir. Men vit hava eisini nøkur øgilig vápn, so teir skulu eisini vera sera tættir har afturi. Vit ætla at vinna bæði steypakapping og landskapping og eru altíð líka uppsettir. So eg tippi 2-0, har Sølvi Vatnhamar skorar bæði, sigur Rúni K. Joensen.

Hóast báðir væntaðu at Víkingur vinnur, so hava teir KÍ sum favoritt. Tað var ein annar gestur – Skála venjarin Pauli Poulsen – í sendingini ikki samdur í.

– Nú royna summir Víkingar at koyra favorittleiklutin til Klaksvíkar, og tað haldi eg ikki ber til, tá tú hevur vunnið kappingina fýra ár á rað. Hatta er ein opin dystur. KÍ plagar at leypa á frá byrjan og spæla beinleiðis. Tað er hugsandi, at teir halda fast í tí. Síðani eru teir sera arbeiðssamir, sterkir og stuðlandi rundan um har, ið bólturin er. Teir hava sterkar leikarar men teir eru eisini væl fyri tekniskt. So tað er eitt livandi lið. Víkingur hevur meir tað at liggja kompaktir. Ikki líka agressivir í presspælinum, tí man sleppur typiskt eitt sindur meir at spæla bóltin upp móti Víkingi enn móti KÍ. Men uppá umstillingar eru teir effektivir við skjótum leikarum. Eingin ivi er um, at hetta eru tey bæði bestu liðini í landinum og eg vænti, at tað verður nógv aftur og fram frá 16-metur til 16-metur útfrá spælistílinum hjá liðunum, segði Pauli Poulsen í Vespureiðrinum.