Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur KÍ-ari 35 ár

John William Joensen

Í dag fyllur kendi KÍ-veteranurin, Harley Bertholdsen, 35 ár.

Ein tann besti fótbótbóltsleikarin í KÍ seinastu mongu árini er vinmaður min Harley Bertholdsen.
Ein vinmaður í Havn skrivaði einaferð í KÍ-leikskránni at Harley er eitt hitt stórsta góðdýrið, sum nakrantíð hevur spælt við KÍ, og man neyvan nakar ivið verða um tað.
Í leikskránni nr 5. 2002 stendur hetta at lesa:
“Frá sínum burði í 10. mars 1969 fram til septembermánaða í 1991 fall nærum eingladust av klæðum Harleys. Men so hendi tað. Bumban brast, bikarið bleiv ov fult. Trúgv tí ella lat vera; Harley bleiv óður!! Og hesa ólukku fyrstu ferð hann bleiv óður, vildi tað so illa til, at tað bleiv filmað, tað kom í Sjónvarp Føroya!! At hugsa sær, vit túsundtals føroyingar, ið øsa okkum upp fleiri ferðir í einum ári, vit sleppa ongantíð at øsa okkum fyri opnum skermi!
Árni Gregersen, ið hevur eina fortíð í danska lættisoppablaðnum “BT”, demostreraði skandalu- journalistikk í dystinum millum B68 og KÍ í september 1991. Ein polakki hjá B68, eg meini hann varð polakkkur – hann hevði í hvussu so er yvirskegg – bleiv við at provokera Harley á vøllinum. – Men so hendi tað, tað sum ikki kundi henda, tað ómøguliga gjørdist verðuleiki, Harley bleiv óður! – Dómarin gav Harley reyða kortið…” —- hetta vóru orðini hjá einum vinmanni hjá Harley sum er búðsitandi í Havn.
Nógv kundi verið at skrivað og sagt um Harley, men lat hann nú gera seg lidnan við fótbóltin áðrenn vit fara at geva honum eftirmæli.
Tað er eingin sum kann seta fingur á hansara avrik í blá-hvíta búnanum, men eg kann ikki lata verða við, nú eg eri komin í føðingardagshýr, at nevna ein klassikara, sum ofta hevur verið tosað um síðan.
– Hendingin fór fram í einum dysti seinast í 80 unum. Harley var tá sera ungur og leikti millum leikarar sum Beinur Poulsen, Bent Baldvinsson, Kristian Suni Høgnesen o.a. – eg haldi tað var ein venjingardystur, men líkamikið.
– Dømingin hendan dagin var út av lagið vánalig og tað var í heilum at menn funnust at dømingini. Sjálvandi vóru tað teir eldru, sum brúktu seg mest móti dómaranum, men bráddliga hordist nøkur orð frá Harley, sum fingu sjálvt Lassin Isaksen at tagna.
– “Dómarin – Nú verið eg óður!” vóru orðini frá blaðunga KÍ-leikaranum, hvørki meira ella minni.
– Viðkomandi dómari minnist neyvan hesa hendinga, men hendingin hevur mangan verið havd á lofti síðani.

Vinmaður í føðingardagshýri,
John William