Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur klaksvíkingur 70 ár

Oliver Joensen

Mánadagin tann 5. juni, grundlógardagin fyllir Freydis Poulsen 70 ár.

Mánadagin tann 5. juni, grundlógardagin, fyllir kend klaksvíkskvinna, Freydis Poulsen 70 ár.
Freydis er fødd á Kósini í húsunum hjá Dánjali Joensen, tann 5. juni í 1936. Hon er dóttir Jóhonnu F. Andreasen úr Tarti í Oyndarfirði og martin Poulsen, lærara, úr Svínáum.
Hon vaks upp í Klaksvík og tók realprógv í 1952. Hon arbeiddi í 3 ár í JFK Klædnabúð, var barnagenta á donskum haragarði í 1 ár, var arbeiðiskona í Reykjavík í knapt 2 ár og arbeiddi í tvey ár á Hotel Klaksvík.
Hon var í 3½ ár lærari í báðum kyndilsmessubygdunum, Haraldssundi og í Múla og frá august í 1964 lærari við Klaksvíkar skúla, seinastu árini við skúlan við Ósánna. Seinastu árini tó við skúlan á Oyri.
Eins og langabbin Joen Poulsen, ið skrivaði fyrstu føroysku bíbliusøguna og fyrstu stavingarbókina sjálvur og lesibókina saman við Chr. Ludvig Johannesen í 1891 er Freydis eisini skrivandi kvinna. Hon hevur skrivað bøkurnar, Skúlin í Árnafirði 100 ár og bókina um Oyndarfjørð, har hon eigur hús og har, ið føðingardagurin verður hildin. Harafturat er hon fremsti siðsøguligi frásøgupersónur í Norðoyum.
Norðlýsið ynskir hesi megnarkvinnu hjartaliga tillukku við degnum og blíðan byr framyvir.

mm.