Tað verður ein av størstu profilunum í suðuroynni í nýggjari tíð, sum í ár skal venja besta liðið hjá Royn, sum í fjør flutti upp í 2.deild.
Trúgvi Midjord heldur ikki fram sum venjari hjá Royn. Felagið hevur ístaðin sett 47 ára gamla Eyðun Gullok Svalbard sum venjara. Gullok hevur í fleiri umførum spælt við Royn og avrikað væl. Í bestu deildini hevur Gullok verið millum profilarnar hjá TB fyri nøkrum árum síðani. Hann er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 26 mál í 71 dystum í bestu deildini, meðan hann er skrásettur fyri 24 mál í 38 dystum í næstbestu deildini. Sostatt er talan um ein tann størsta profilin og mest kenda leikaran í Suðuroynni í nýggjari tíð. Suðurrás skrivaði í november, at talan er um ein ungan hóp, sum taktikkarin av Tvøroyri fær at arbeiða við.
Umframt Royn, so flutti KÍ eisini upp í 2.deild seinasta kappingarár.




