Í samrøðu við Norðlýsið í seinastu viku segði Gerhard Lognberg at hann alla tíðina hevði kent tað sum um leiðslan á Sosialinum tók partí við leiðsluni í Javnaðarflokkinum og alla tíðina hevði ligið uppá lúr eftir sær tá hann ikki hevði havt somu meining sum floksleiðslan (Red: Sitat ikki brúkt fyrr enn nú). Nú finst kendir sjournaliatur at Sosialinum.
Í samrøðu við Norðlýsið í seinastu viku segði Gerhard Lognberg at hann alla tíðina hevði kent tað sum um leiðslan á Sosialinum tók partí við leiðsluni í Javnaðarflokkinum og alla tíðina hevði ligið uppá lúr eftir sær tá hann ikki hevði havt somu meining sum floksleiðslan (Red: Sitat ikki brúkt fyrr enn nú) . Nú finst kendir sjournaliatur at Sosialinum.
Eftir at Norðlýsið hevði samrøðu við Gerhard Lognberg leygardagin tá hann bleiv tveittur út úr Javnaðarflokkinum har hann m.a. segði seg kunna staðfesta, at toppurin í Javnaðarflokkinum er í dag mannaður av akademikarum, sum hava til frægd at tosa um arbeiðaran, men sum als ikki kenna til, hvussu hesi í veruleikanum hava tað, ger Sosialurin í dag nógv burtur úr at Gerhard skal sambært blaðnum fáa næstan 100.000 kr í løn um mánaðan sum Borgarstjóri, løgtingslimur og leiðari fyri ambulansutænastuna.
Gerhard upplýsir tó fyri blaðnum at borgarstjórastarvið var bara hálva tíð, og at hann nærum einki fekk í løn fyri at vera leiðari á Ambulansutænastuni á Sandoy og at tær 45.000 krónurnar fara til løn til onnur, so tað fellur nærum einki til hann sjálvan.
Í samrøðuni við Norðlýsið sum hevur fingið Sosialin at kanna lønarviðurskiftini hjá sandoyartingmanninum – eftir at hann var tveittur út úr Javnaðarflokkinum – sigur Gerhard ongastaðni at hann í dag skal roknast sum partur av arbeiðarafjøldini, men hann pástendur at hann kennir meira til korini hjá teimum lágløntu, tí hann sjálvur er vaksin upp í smáum korum í einari lítlari bygd og sum unglingi var noyddur at tjena sínar egnu pengar – meðan toppurin í flokkinum í dag hevur stóran part av lívinum sitið á skúlabeinki.
Øssur Winthereig, hartar Sosialin
Kendi sjournalisturin, Øssur Wintereig finst á Facebook at Sosialinum.
– At summi tjena nógv kunnu vit kanska moralskt forargast um – og tað er so tað – men um fólk ólógliga ella við ivasomum arbeiðslagi tjena nógv, so er í lagi eisini at gera eina journalistiska søgu burturúr. Tað sær ikki út, sum tað seinna er galdandi fyri Gerhard. Eg giti, at Sosialurin nú fer at finna nógvar gyltar proletarar. Sosialurin kann bara byrja við teimum, sum eru eftir í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum.




