Hanus Tórður Bærentsen er føddur á Sundi 1. dec. 1953. Hann fyllir sostatt 60 ár í dag. Hanus er sonur Hans og Tóru Bærentsen á Sundi, sum nú bæði eru farin foldum frá. Hanus hevur altíð havt hug til bøkurnar. Ungur fór hann á læraraskúla og tók prógv í 1978. Síðani hevur hann arbeitt sum lærari við Skúlan á Ziskatrøð, har hann nú er varaskúlastjóri. Hann hevur fyri tað mesta undirvíst næmingunum í framhaldsdeildini í máli. Seinastu árini hevur hann einamest staði fyri samanløgdu 10. flokkunum í Klaksvík og fingist við skúlans bókagoymslu.
Hanus hevur givið út bæði yrkingasavn, barnasangbøkur og stuttsøgusavn. Eitt skifti sat hann sum limur í Skúlanevndini. Hann var drúgva tíð blaðstjóri á Skúlablaðnum og arbeiddi eitt skifti eisini á Norðlýsinum.
Vit á Norðlýsinum ynskja Hanusi hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Samstundis sum vit takka fyri gott samstarv ynskja vit Hanusi mong góð ár komandi.




