Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kendur venjari hjá Ferncváros

Jákup Ósá

Venjarin hjá Ferencváros er kendur. Hann er 59 ára gamal, kemur frá Russlandi og eitur Stanislav Cherchesov.

Tað sum ger hann kendan er, at hann var landsliðsvenjari hjá Russlandi, tá Russland var vertur fyri HM-endaspælinum í 2018. Sum leikari var hann málverji og hann spældi eisini nógvar landsdystir.

Talan er um royndan venjara. Hann hevur áður verið venjari hjá m.a. Spartak Moscow, Fynamo Moscow og Legia Warsaw. Hann var landsliðsvenjari hjá Russlandi frá 2016-2021 og hevur síðani 2021 verið venjari hjá Ferencváros. Ferencváros hevur keypt heili 10 nýggjar leikarar í summar, meðan fimm leikarar eru farnir úr hópinum. Tann dýrasti sum er keyptur kostaði áleið 17 milliónir.