icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kendur Yvirlækni: Heilsumálaráðið hevur forkomið allari sjúklingatryggd í Føroyum.

Norðlýsið

Jákup Petersen, sum er farin um pensjónsaldur og sum hevur drúgvar royndir í føroyska og norðurlendska Heilsiverkinum reisir í lesarabrævið álvarsamar ákærur móti føroysku umsitingini av føroyska heilsuverkinum: ” …..Sjúkrahúsini eru ikki longur góðkend sum sjúkrahús, deildirnar ikki góðkendar til viðgerð av sjúklingum. Ongin óheft faklig kanning, meting og tilmæli frá Sundhedsstyrelsen verða longur fylgd í Føroyum……

Jákup Petersen, sum er farin um pensjónsaldur og sum hevur drúgvar royndir í føroyska og norðurlendska Heilsiverkinum reisir í lesarabrævið álvarsamar ákærur móti føroysku umsitingini av føroyska heilsuverkinum: ” …..Sjúkrahúsini eru ikki longur góðkend sum sjúkrahús, deildirnar ikki góðkendar til viðgerð av sjúklingum. Ongin óheft faklig kanning, meting og tilmæli frá Sundhedsstyrelsen verða longur fylgd í Føroyum……

……Tá hetta var klárt gjørdist opið fyri politikarum og yvirlæknum at skipa verkið sum tað passaði teimum persónliga og hurðin gloppaðist eisini fyri vinartænastur og neputismu…..

…. Og harvið varð eisini borgarins tryggd fokin. Fakligar nevndir og mynduleikar under Sundhedsstyrelsen eru evsta tryggd hjá sjúklinginum og hava óbrotið vald í Danmark fyri at tryggja sjúklingin. Men í Føroyum verða tey ikki spurd.

Nú var tað upp til Landsstýrismannin í Heilsumálaraðnum (sum sjálvandi hevur áhuga í at verða afturvaldur) og ávísar karismatiskar yvirlæknar (har løn, vald, tól, serrættindi o.t. lá fremst í huganum) at skipa virksemið….

Í samband við tíðindaskriv sum Heilsumálaráðið hevur sent út um at samanleggja Urologiina, skrivar Jákup Petersen soleiðis:

….. Ongar óheftar fakligar metingar av um hvat av virkseminum tryggt kann fara fram í Føroyum, ongar óheftar fakligar metingar av um tað møguliga var best at savna urologiina á einum staði, ongar óheftar fakligar kanningar hvørjum sjúkrahúsi tað so skuldið verið á o.s.fr.

Skrivið dittar seg eisini at koma við orðingini: Hetta er treytað av, at góðskan er á einshøgum støði sum í okkara grannalondum.

Men støðið er als ikki sum í okkara grannalondum. Um hetta fór fram í okkara granalondum so skuldið fyrst verða søkt til Socialstyrelsen, Helsedirektoratet, Sundhedsstyrelsen ella líknandi óheftur fakligur stovnur/mynduleiki fyri í heila tikið, at fáa loyvi at fremja tílíka kanning og viðgerð.

Harafturat skuldu óheftir stovnar og mynduleikar undir t.d. Sundhedsstyrelsen kanna, vegleiða, ráðgeva og gera tilmæli til hvussu farast skal fram. Onki av hesum er gjørt og er støðið tí als ikki sum í okkara grannalondum.

Sum hvørja ferð vit hava hendan greytin av politikarum/læknum sum stinga høvdini saman uttan óheft fakligt innlit so endar tað við at spjaða virksemið út á øll 3 sjúkrahúsini.

Og seinasta tilgongdin er onki undantak. Skurðviðgerðir og ambulatorium skal liggja á LS. Sjúklingar sum verða ávístir til urolog í Klaksvík kunnu ikki rokna við at møta urologi men harafturímóti øðrum starvsfólki og fáa høvi at pissa í eina trakt. Og til Suðuroyar at gerða hvat???

Tað kann verða áhugavert at vita, at meðan heilsumálaráðharrin og yvirlækni hava sitið á sínum huldufundum í Heilsumálaráðnum uttan nakað óheft fakligt eftirlit og lagt saman ráð um hvussu urologisk krabbameins viðgerð skal fara fram í Føroyum, so hevur einasti setti urologur í Føroyum als ikki verið spurdur…..

Les meira her