Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kenni meg sum føroying

Mortan Johannesen

Føli meg sum føroying, og búsitandi i hesum fri.aliga landi, sera ni.urgjørdan og undirmettan, av ti skilaleysa sjónleiki, sum nú fyrigongur um alt landi., fra Sea Shepperd og ikki minst Danska politiovastanum P. Thysen.

Føli meg sum føroying, og búsitandi i hesum friðaliga landi, sera niðurgjørdan og undirmettan, av ti skilaleysa sjónleiki, sum nú fyrigongur um alt landið, fra Sea Shepperd og ikki minst Danska politiovastanum P. Thysen.

Havi sum bæði styrimaður og skipari i minum langa livið a sjònum, verið inni i mongum tiggjutals havnabyum i Norður Atlandshavinum, líka fra Halifax á Nova Skotia fyri vestan, og eystur til Kirkenes við russiska marki, um eg hevði givið til kennar á hesum ymisku plassum, at ætlanin hjá okkum var, at skapa ofr, og bròta landsind lògir, ja so veit eg við 100% vissu, at vit blivu koyrdir fra Kaj umgangandi, og ikki nokk vi ti , men vit skuldu ut um teirra 200 sm. mark.

Í Føroyum verður nærmast tann reyði løbarin rullaður ut fyri teimum, hetta eru bæði tjòðar – lygnarir og terroristar, men eitt kann eg fortelja P. Thysen, so mikið havi eg fylgt við ti sum hesi fólkini gera, og hava gjørt, at onganstaðni í Vesturheiminum, høvdu tey sloppi inn i eitt land við ti fyri eyga, at gera ónaðir og bta landsins lógir, uttan bert i Føroyum.

Allur hesin sjónleikur snyr seg ikki, um at verja grindahvalir, men um at hava eina pengamaskinu koyrandi, og ein slik maskina skal bæði hava orku og brenniavnið.

Topparnir i Sea Shepperd liva sum marglatispersonar, og volka sær i teim pengunum, sum ein slikur sjónleikur kann geva. Tað sum vit hava sæð fra Suðurishavinum, byrjar nu at vera so mikið útvatnað, vit siggja skipini Bob Paeker og Stene Irwin jagstra Japanskar Hvalaveiðubatar við at sigla á teir, blaka endar út so teir a um skrúðuna, og eisini blaka teir eiturbumbur inn a dekkið.

Hetta er ikki áhugavert longur fyri umheimin, ti onki nytt og spennandi er i hasum longur, so nu eru tað føroyingar og Føroyar sum skullu føða hesa pengamaskinu.

Til Syslumenn og Grindaformenn má eg siga, ússaligir Føroyingar eru tit, blaka tykkum flatar niður, og lata hasar ófrakroppar hegla tykkum niður, tit siga, at tit hava nokk av grind, og tað er skiljandi, men tað hevur tann vanligi iføroyingurin ikki.

Hesi S.S, fólkini planta falskar veruleikar, og taka tað upp á film hvar teir eru akrar á báðum siðum, har siga teir hvussu ráðir og blóðtystir, føroyingar eru, senda tað siðan út um allan heim.

Hesi somu fólk halda vakt yvir allar Hvalvágir i Føroyum, og siga, at her ráða teir, ti skullu bæði Syslumenn og Grindaformenn halda seg langt burtur.

Hvussu langt niður i kið, eru vit Føroyingar farnir fyri at spæla fittir? og verða pengaføði hjá nøkrum S.S. toppum, sum liva i størsti marglæti

Onkur føroyingur spyr, hvar er tað polittiska valdið i hesum, tað kann sigast við tveimum orðum ikki Exsisterandi

Hetta sum eg havi skriva, er min pernliga og innarliga meining, men sjálvandi veit eg. At ikki allir Føroyingar eru samdir við mær.

Mortan Johannesen