Av tí at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, er uttanlands, er Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri, virkandi borgarstjóri hesa vikuna.
Av tí at Jógvan Skorheim, borgarstjóri, er uttanlands, er Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri, virkandi borgarstjóri hesa vikuna.
Av teimum 11, sum í løtuni manna Klaksvíkar Býráð, hevur Steinbjørn O. Jacobsen drúgvastu royndirnar.
Inniverandi valskeið er hansara fimta sum býráðslimur, og hevur hann sostatt higartil sitið samanlagt 16 ár í býráðnum, harav helmingin sum borgarstjóri, og við inniverandi valskeiði kemur hann upp á 20 ár í býráðspolitikki.
Eigur atkvøðumetið hjá Klaksvíkar Býráð
Steinbjørn varð fyrstu ferð valdur í Klaksvíkar Býráð á býráðsvalinum í 1996, og tók hann við sum býráðslimur 1. januar 1997.
Atkvøður hansara hava higartil verið hesar:
Valskeiðið 1997-2000: 77 atkvøður
Valskeiðið 2001-2004: 230 atkvøður
Valskeiðið 2005-2008: 391 atkvøður
Valskeiðið 2009-2012: 170 atkvøður
Valskeiðið 2013-2016: 243 atkvøður
Á býráðsvalinum í 2004 fekk Steinbjørn 391 persónligar atkvøður. Hetta er met í Klaksvíkar Kommunu og telist hann framvegis millum atkvøðuslúkarnar, tí til seinasta býráðsval fekk hann næstflestar persónligar atkvøður.
Formaður í Teknisku Nevnd hetta valskeiðið
Umframt at vera varaborgarstjóri hetta valskeiðið hevur Steinbjørn tikið við politisku ábyrgdini av tekniska økinum sum formaður í Teknisku Nevnd og í Ferðslunevndini.
Hetta er ikki fyrstu ferð, tí Steinbjørn hevur áður verið formaður í Teknisku Nevnd. Hetta var í valskeiðnum frá 1997 til 2000, har hann røkti formanssessin í Teknisku Nevnd í 2 ár




