Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kent Christensen keypt Flogfelag Føroya

Oliver Joensen

Flogfelag Føroya, sum millum annað eigur Hotel Vágar, restaurantina á flogvøllunum, part í Rio Bravo og ferðaskrivstovuna í Havn, er selt.

Tað er Kent Christensen úr Vestmanna, ið er marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways, ið saman við øðrum íleggjarum hevur keypt Flogfelagið.
Vit fingu fatur á Kent Christensen, sum í løtuni er uttanlanda, hann váttar fyri Norðlýsinum at hann, sum høvuðsíleggjari, saman við øðrum íleggjarum hevur keypt Flogfelag Føroya.
Tað verður Kent Christensen, sum verður stjóri og hann sigur, at hann ígjár hevur sagt seg úr starvi hjá Atlantic Airways. Kent sigur víðari við Norðlýsið, at hann metir Flogfelagið at vera eina góða forrætning, sum kann mennast, og tí hevur hann gjørt íløguna.