Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kent navn í Klaksvíkar Klubba

John William Joensen

Fríggjakvøldið vitjar kendi danin DJ Freedom í klubbanum, har hann fer at venda plátum og upptraðka við egnum tónleiki.

Hetta er fyrsta ferðin, at nýggju hølini í Klubbanum verða karmur um eitt so kent navn, so roknað verður við at nógv fólk kemur at lurta.
Freedom hevur fyrr verið í Føroyum og nú hann aftur vitjar her, er tað beint eftir útgávuna av síni fyrstu fløgu.
Kendastu løgini frá DJ Freedom eru helst "Hang On" og "Susanna", ið fingu sera góða móttøku á donsku hitlistunum.